|
Skráin fyri Vestanstevnuna 04-07-2010 
Skráin fyri Vestanstevnuna 2010 í Sørvági
Hósdagur 8. juli
Kl. 19.30 Bingo verður í bio-høllini. Sørvágs Húsmøðrafelag skipar fyri.
Fríggjadagur 9. juli
Kl. 17.00 Paintball í Grótbrotinum.
Kl. 18.40 Skrúgonga av Bátahylinum heim á Stakka. Vinjard Magnussen heldur setanarrøðuna. Sørvágs Tónleikarfelag spælir. Vágakóri syngur. Aftaná verður Ársins borgari 2010 í Sørvági kjósaður.
Kl. 19.00 Tivoli letur upp við Stakka, hoppiborgir vera niðri á Dunga.
Kl. 19.30 Matsøla letur upp í Løðuhandlinum.
Kl. 20.00 Mentanartiltak verður í Fimleikarhøllini í Skúlanum. Brot úr Sørvágs tónleikarasøgu. Á skránni verður tónleikur, upplestur v.m. Atgongumerkir kunnu bíleggjast á tlf. nr. 233240. Avmarkað atgongd.
Kl. 22.00 Útikonsert á Stakka. Samkomurnar í Vágum skipað fyri.
Kl. 24.00 Dansur í Teltinum niðri við plenuna v/ Sjeikunum og DJ Neon.
Leygardagur 10. juli
Kl. 09.30 Fótbóltskapping fyri børn. SÍF, MB og SÍ.
Kl. 12.30 Old Girls kappróður.
Kl. 13.00 Barnaróður.
Kl. 15.00 FM-Kappróður. Eftir róðurin verður steypa handan við laksavirkið hjá Luna. Jørgen Niclasen handar steyp.
Kl. 15.00 Sørvágs Bygdarsavn hevur opið.
Kl. 15.00 Tivoli við Stakka letur upp. Hoppiborgir niðri á Dunga.
Kl. 15.00 Listaframsýning verður í hølunum hjá Føroya Banka á Ovaravegi.
Kl. 17.00 Paintball í Grótbrotinum.
Kl. 17.30 Matsøla í Løðuhandlinum.
Kl. 17.30 Fótbóltsdystur. Oldboys SÍ – SÍF
Kl. 19.30 HM dystur 3. - 4. pláss á stórskíggja í Teltinum niðri á Dungasandi.
Kl. 21.00 Útimøti á Stakka. Samkomurnar í Vágum skipað fyri. Theodor Petersen syngur.
Kl. 24.00 Miðnáttarrøða á Stakka, við Gittu av Kák. Eftir røðuna verður fýrverk og felagssangur.
Kl. 00.30 Dansur í Teltinum við Plenuna v/ Spaðar 5 og DJ Neon.
Sunnudagur 11. juli
Kl. 11.00 Útvarpsguðstænasta í Sørvágs kirkju. David Johannesen prestur prædikar.
Kl. 12.00 FM-kapping í hundavenjing á plenuni. Kappast verður í lýdni, agility og rally. Føroya civila hundaførarafelag skipar fyri. www.fch.fo.
Kl. 15.00 Tivoli opnar niðri við Stakka. Hoppiborgir vera niðri við Dunga.
Kl. 15.00 Indiánaratiltak og Pony-ríðing fyri børn verður við SÍ-húsið.
Kl. 15.00 Matsøla í Løðuhandlinum.
Kl. 15.00 Listaframsýning verður í hølunum hjá Føroya Banka á Ovaravegi.
Kl. 15.00 Sørvágs Bygdarsavn hevur opið.
Kl. 16.30 Skemt og annað niðri á Plenuni. M.a. togtogan, Skipalistakvissin. og ballónkapping verður á skránni.
Kl. 19.30 HM-finalan verður sýnd á stórskíggja í Teltinum niðri á Dungasandi. Eftir finaluna verður “syngi við tiltak” í Teltinum. Í sambandi við fløguútgávu undirheldur Holgar Jacobsen.
|
|